elsabech
 Lýsing av klædnamerkinum elsabech:
 
Spf elsabech bleiv stovnað 2 Sept 2009 av sniðgevanum Elsu Bech – sum merkið eisini er uppkallað eftur. Vit hava handil og Skrivstovu í Smæruni í Havn, har øll eru vælkomin á gátt.
 
Stílur: Klædnamerkið elsabech er rátt við einum kvinnuligum tvistið sum lætt kemur til sjóndar í okkara kollektionum.

Málbólkurin hjá merkinum er breiður – tí rákið verður ikki skapað eftir aldri men verður skapað eftir, hvør týpa tú ert… øll kunnu vera í elsabech – og klædnamerkið kann enntá gerast tín trúfasti vinur.
 
Íblástur/sniðgeving: Klædnamerkið elsabech er føroyskt, har tann føroyska nátturan og máttmikli struktururin í Føroyum hevur stóran leiklut í okkara sniðgeving og íblástri, man kann siga at tann føroyska nátturan hugkveikir okkum út í tað óendaliga, og gevur okkum nógvan íblástur. Eisini leggja vit stóran dent á, at bæði tilfar og snið eru neyvt gjøgnumhugsað og valt út til kollektionirnar.
 
Spf elsabech | V-tal: V-tal 620491 | J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn - Færøerne | Tlf.: +298 217323 | elsabech.webshop@gmail.com